Ingrid Poulsen, sum seinastu fýra árini, hevur staðið í læru sum húsavørður á Glasi, fekk handað sveinabrævið á hugnaligari samkomu fríggjadagin 14. apríl.
Vit ynskja Ingrid hjartaliga tillukku við framúr flotta sveinabrævinum, sum gav bronsu.
Egon Øregaard, sum var tekniskur leiðari tá Ingrid byrjaði í læru á Glasi, handaði henni sveinabrævið og helt røðu. Egon nevndi m.a, at tá Ingrid byrjaði á Glasi, var bygningurin nýliga tikin í nýtslu og nógv “eldsløkking” var tað fyrstu tíðina. Arbeiðsdagurin var kanska ikki altíð so væl skipaður orsaka av hesum, men sum tíðin leið, kom strukturur í dagligu arbeiðsgongdina. “Tú ert stillfør, arbeiðssom, lagalig, nærløgd, dugnalig og stendur nú her við hesum framúr flotta sveinabrævinum”.
Vit gleðast saman við Ingrid og eru ikki sørt errin av, at hon hevur staðið sveinaroyndina við hesum flotta úrslitið – enn einaferð hjartaliga tillukku.