INNFLYTINGIN Á GLASIR: BRÚKARABÓLKAR

20. november 2017

Fyrireikingin til innflytingina í nýggja bygningin í Marknagili er í gongd. Landsverk og Glasir hava sett nakrar brúkarabólkar, har lærarar, starvsfólk og næmingar á Glasi eru við í arbeiðinum at gera av, hvussu karmarnir í nýggja bygninginum verða nýttir best gjørligt. Bólkarnir skulu koma við tilmælum um, hvussu ymsu hølini og økini skulu skipast og innrættast, og hvat leyst innbúgv og hvørkir hentleikar skulu vera á ymsu økjunum. 52 umboð eru skipaði í 11 bólkar.

Arbeiðið byrjaði í dag undir leiðslu av Rosan Bosch, sum er sett sum ráðgevi í verkætlanini at finna bestu loysnirnar fyri teir pengarnar, sum eru settir av til innkeyp av leysum innbúgvi. Í videobrotinum niðanfyri greiðir Rosan Bosch frá, hvønn týdning brúkarabólkarnir hava: