Hey øll somul 🙂

Um tú saknar íblástur, øðrvísi undirhald ella bert eitt frískt sjónarhorn á lívið og gerandisdagin, so er hevur hetta tiltakið nokk  tín áhuga.

Komandi vikuskifti, 20. og 21. august, skipar japanska sendistovan í Keypmannahavn saman við Setrinum fyri japanskari filmsfestivali í Kongshøll úti á Bacalao.

Talan er um 8 filmar, ið verða vístir yvir 2 dagar, har tað eisini verður møguligt at fáa sær okkurt ábit og drekka.

Sum nakað heilt serligt í ár er eisini virðislønti føroyski stuttfilmurin “Trøllabeiggjar” eftir Gudmundi Helmsdal at finna á skránni. Um tú ikki hevur sæð hann enn, so er hetta ein kærkomin møguleiki (!)

Tiltakið er ókeypis 🙂

Skráin fyri filmsfestivalin er at finna her