Jóanes Nielsen hevur verið á skránni hjá nógvum flokkum á Glasi í seinastuni, og tá Bókadagar byrjaðu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 23.november við tiltakinum Ein dagur um skaldið Jóanes Nielsen, 40 ár eftir Trettanda mánaðin, var stóru salurin at kalla fullur av næmingum á Glasi. Tiltakið var fyriskipað av Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og Norðurlandahúsinum, og í hesum sambandi setti Kinna Poulsen saman eitt hefti við yrkingum at brúka í bókmentaundirvísingini. Fleiri fyrilestrar vóru og harumframt høvdu áhoyrararnir høvið til at uppliva bæði sjónleik og tónleik og at hoyra Jóanes Nielsen sjálvan lesa upp yrkingar.

Fotomyndir: Nita Højgaard