Glasir er prýtt í jólaskrúð. Hetta hava klædnaatstøðingar skipað fyri.
Í farnu viku var árliga tiltakið Val og Vaflir, sum á hvørjum ári er í byrjanini av desembur mánaði.
Í allarfagrasta sólarrisi kundu næmingar fáa vaflur og tosa við lestrarvegleiðarar um framtíðarmøguleikar.
Tónleikanæmingar spældu nøkur jólaløg eisini. Hesir næmingar vóru:
- FRÍÐUR BJARNASON
- HANS ANDRIAS REINERT
- HELGE MARIUS GREVE
- THEODOR MELLEMGAARD
- TRÓNDUR NIELSSON GALÁN
- JÓNI STRØM
Njótið stemningin í niðanfyri videobroti.