Vættrar og næmingar á Glasi skipaðu fyri árliga jólahaldinum.
Tað var ein fjølbroytt og hugnalig skrá við m.a. sangi og tónleiki frá næmingum á Glasi, jólaevangelium og jólasketch frá teimum, ið hava leiklist og ein jólaheilsan. Eisini vóru tvær professjonellar songkvinnur at syngja fyri Glasir fólkunum, umframt felagssang, jólamann, bollar og kakao vm.
Dagurin byrjaði við einum felagssangin, har øll á Glasi stóðu úti á svalanum og sungu “Føgur er foldin”. Síðan var vanlig skúlagongd fram til 4. blokk, har jólahaldið byrjarði:
13:30 Vættrar (Vár B. Jacobsen og leiklist)
13:40 Jólasketsj (Vár B. Jacobsen og leiklist)
13:50 Sangur (Edith Dahl Jakobsen)
14:05 Jólaevangelium (Rannvá Holm Poulsen)
14:10 Sangur (Erla Bech Nolsø og klædnaatstøði)
14:15 Jólaheilsan (Una Joensen)
14:20 Felagssangur, Gleðilig jól á ymiskum málum (Hans Olivur Joensen)
14:30 Jólakonsert á 3. hædd, bollar, kakao og jólamaður við karamellum (Ísak Sambleben og tónleikur B v. fl.)