Kom til ein hugnaligan dag á Handilsskúlanum 26. nov. við nógvum spennandi básum. Vit á fíggjarbúskapi fara at hava jólasølu á Handilsskúlanum, til frama fyri okkara verkætlanarferð til Grønlands, har vit fara samstarva við grønlendsk lesandi á fíggjarbúskapi.

Á degnum fara fleiri kendar fyritøkur og einstaklingar at hava ein bás, m.a, koma fleiri nethandlar, t.d. Sokkar.fo, Birta.fo og Aloevera.fo. Við Ninni eisini kemur Rúna Skipanes at tattovera og Finn Justinussen kemur at taka jólamyndir. 

Umframt sølubásar, so fara vit at hava tombola við nógvum góðum vinningum, t.d. heili tvey gávukort á 1.000 kr. frá Atlantic Airways. Eisini verður kaffisøla, har tað verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn og kakubita.