Hevur tú hugsað um at lesa í USA? Vilt tú vita nakað um, hvussu umsóknargongdin er og hvørjar møguleikar, tú hevur fyri at lesa “over there”? So var høvið at lurta og seta spurningar mikudagin 22. august í døgurðasteðginum (frá kl. 11:40 til 12:10) í Marghøllini (høli 1.08) á Glasi.

Glasir hevði vitjan av Josh Bull, virkandi leiðandi konsuli á amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Hann hevði framløgu um tað at lesa í USA, um hvat tú skalt vita, áðrenn tú søkir, um umsóknargongdina og um, hvat amerianska sendistovan í Keypmannahavn kann hjálpa við, tá tú ynskir at lesa í USA. Hann svaraði eisini spurningum úr salinum.

HVAR: Marghøllin – høli 1.08 (høllin við svørtum gólvi, sum liggur beint við Atrium og ítróttarhøllina)
NÆR: Mikudagin 22. august frá kl. 11:40 til 12:10
HVØR: Josh Bull, virkandi leiðandi konsuli á amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn

Tiltakið var alement.