Vit eru á leið 1.750 fólk, sum dagliga eru á Glasi, og vit kunnu øll gera mun fyri at verja hvønn annan og umhvørvið. Fyri at minka um smittuvanda nýta vit ikki reiðan pening í kantinuni. Til ber at gjalda við korti, telefon (talgilt kort) ella lyklaflís (starvsfólk). Fyri at minka um spill og burturkast nýta vit ikki einnýtiskoppar í kantinuni á Glasi. Ístaðin nýta vit egnan kopp. Hetta hjálpir bæði umhvørvinum, avruddingar- og uppvaskifólkunum og minkar um smittuvanda. Tú kanst hava egnan kopp ella drekkifløsku við ella keypa endurnýtslukopp (20 kr.) ella termokopp við loki (59 kr.) í kantinuni. Tit kunnu sjálvsagt eisini keypa drykk á fløsku – vatn, djús, sodavatn – í kantinuni fyri sámuligar prísir.
Tvey sølustøð
Komandi tíðina er kantinan býtt sundur í tvey sølustøð, sum bæði hava sama útboð av mati:
Tað fyrra er í sjálvari kantinuni. Her eta næmingar á 1. ári, allir næmingar og lærlingar á yrkisnámi og starvsfólk. Lesandi á høægri námi og vitjandi á Glasi keypa og eta eisini her.
Tað seinna er við næmingarøkið uttanfyri bókasavnið á 2. hædd í atrium. Her eta næmingar á 2. og 3. ári á gymnasialum miðnámi.
Hetta er galdandi ikki bara í døgurðasteðginum, men í allari upplatingartíðini.
Takk fyri, at tit rudda eftir tykkum og fara væl um – og væl gagnist
KANTINAN