Nú skúlin so smátt letur uppaftur, letur kantinan eisini upp, men í avmarkari útgávu.
Morgunmatur verður at fáa frá kl 07.15 til kl 10.00.
Døgurði verður frá kl 11.15 til kl 12.30.
Døgurðin má bíleggjast frammanundan, og í seinasta lagi kl 12 dagin fyri. Hann kann bíleggjast við at senda teldupost á matur@glasir.fo, ella ein kann skriva seg upp við kassan í kantinuni.
Avmarka úrval av skundverðum verður at fáa frá kl. 9 til 13.
Matarskráin til viku 17
Mánadagin 20/4: Pitabreyð við høsnarunga og salat
Týsdagin 21/4: Spaghetti bolognese
Mikudagin 22/4: Fiskur og chip
Hósdagin 23/4: Snitslar við gularótum, grønertum og paprikasós
Fríggjadagin 24/4: Nakkasteik við saute, eplum og soðsós