17. og 18. januar var Karin Vang Jacobsen í Århus til árligu bioolympiaduna, har 30 ung úr danska kongaríkinum hittust. Hesi 30 ungu hava verið til eina ástøðiliga roynd, har allir flokkar høvdu møguleika at taka lut, og Karin var millum 30 tey bestu í kongaríkinum.

Karin letur væl at upplivilsinum og sigur, at hon er bæði fakliga og sosialt ríkað av kappingini. Fyrri dagurin byrjaði við eini móttøku, har millum annað tey, sum komu víðari til triðja umfar, greiddu frá, hvussu tað var, og síðani fóru tey víðari á skúlan at gera eina ástøðiliga roynd. Karin búði á kamari saman við tveimum fittum gentur úr Kolding.

Dagin eftir fóru tey í holtur við tvær royndir á laboratoriunum á skúlanum, og tá tær vóru lidnar har, vóru tey til framløgu, har vinnarin av altjóða kappingini greiddi frá sínari ferð og uppliving við tí. Til endans varð kunngjørt, hvør kom víðari frá hesum øðrum stigi í kappingini.

Karin var ikki millum hesi, men vit eru stolt av, at hon hevur umboðað okkum so væl á øðrum stigi í kappingini. Vónandi fara næmingar niðuraftur í komandi skúlaári.

Screenshot