Vikuskiftið 23. til 25. september 2022 verður skipað fyri árliga tiltakinum hjá Ung í Dansi, sum hesaferð verður í Kvívík. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans og hugna sær saman.

Tað er felagið Ung í Dansi – ungdómsfelagið í Sláið Ring – sum skipar fyri. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðv. føroyskum dansi.
Tiltakið er púra ókeypis og rúsfrítt!

Tit kunnu tekna tykkum við at skriva eini privatboð til Kristian Jacobsen á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til kj1509@kambsdalur.fo
Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 20. september 2022.