Hesi seinastu árini hevur Glasir verið karmur um eina vælumtókta stuttsøgukapping, sum hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2017. Í sambandi við hesa kappingina stovnaði Glasir í fjør ein skrivibólk, har næmingar, sum skriva stuttsøgur, yrkingar ella annað, kunnu møtast og lesa ella hoyra tekstir hjá hvørjum øðrum.

Nú byrjar skrivibólkurin aftur. Endamálið við skrivibólkinum er at geva høvundaspírum á Glasi eitt forum, har tey kunnu møtast og kunnu vera saman um tað at skriva. Bólkurin skipar sjálvur fyri skráum og innihaldi.

Undirtøkan fyri árligu stuttsøgukappingini á Glasi setti met í fjør, hóast hon hevur verið høg á hvørjum ári, síðani hon fyrstu ferð varð skrivað út í 2017. Í ár er freistin at lata søgu inn 1. oktober. Tríggjar tær bestu søgurnar fáa vinning á ávikavist 5000, 3000 og 2000 krónur.

  • Nær: Hvønn hósdag, kl. 15.30-16.30

  • Hvar: Stovu 707

  • Hvør: Skrivibólkurin er fyri næmingar og lærlingar á Glasi

Spurningar: skriva til Anniku Dalsgaard (ad0704d6@glasir.fo)