Í sambandi við kommunuvalið skipar fakbólkurin í samfelagsfrøði á Glasi fyri valfundi mánadagin 11. november kl.12.15 fyri næmingum, lærlingum og starvsfólkum á Glasi.
Tiltakið verður skipað sum eitt pallborðskjak. Pallborðskjakið verður skipað í tveimum umførum, har eitt umboð fyri hvønn flokk luttekur til umførini. Pallborðskjakið verður í 3. blokki.
Ynskiligt hevði verið at bjóðað fleiri kommunum til pallborðskjakið, men tíverri letur tað seg ikki gera grundað á avmarkaða vavi á tiltakinum. Avgerð er tí tikin um, at allir flokkar, ið stilla upp í Tórshavnar kommunu koma at luttaka til pallborðskjakið.
Pallborðskjakið byrjar stundisliga kl.12.15, har orðstýrarin Rógvi Olavson bjóðar vælkomin. Møguleiki verður hjá áhoyrarum at seta spurningar til kjakararnar.
Sí skrá niðanfyri:
Kl. 12.15
Rógvi Olavson, orðstýrari, bjóðar vælkomin.
Kl. 12.20 Umfar 1: Eitt umboð fyri hvønn flokk/lista til pallborðið
- Evni 1: Tórshavnar kommuna – ein kommuna fyri ung
- Evni 2: Bústaðarviðurskiftir
Kl. 13.00 Stuttur steðgur, har umboðini verða skift út
Kl. 13.05 Umfar 2: Eitt umboð fyri hvønn flokk/lista til pallborðið
- Evni 3: Raðfesting av íløgum og vernd av náttúruni
- Evni 4: Hvat stendur tín flokkur fyri og hvat kann tín flokkur bjóða?
Kl. 13.40 Valfundurin endar.