Tá krúnprinsaparið vitjaði í Føroyum, vitjaði krúnprinsurin á Glasi. Seinni sama dag var Søren Hedegaard, kongaligur frisørurin hjá Mary krúnprinsessu, á vitjan á hárdeildini á Glasi. Sunneva Thorsteinsson, leiðandi lærari á hárbreytini, Eydna í Billustovu, Unn Zachariassen og Lydia Samson hittu kongaliga frisørin til eitt fakligt prát og vístu honum runt í nýggju hølunum. Karmarnir, sum frisørlærlingarnir hava at virka í, eru helst teir mest framkomnu av sínum slag í kongaríkinum. Søren Hedegaard helt fyri: “Det er fantastisk, at I har fået en så lækker skole. Mulighederne i Atrium er fantastiske til shows, hvor man kan bruge hele cirkelen”. Søren Hedegaard er frisør og make-up artistur við 40 ára royndum og er virdur í fakinum. Hann hevur arbeitt fyri eina røð av tíðarritum (t.d. Cover og avstralska Vogue), verið við í ymsum filmsframleiðslum og fæst eisini við ymiskar sýningar – ella shows. Um møguleikarnar á Glasi helt Søren Hedegaard fyri, at “dette er det bedste af det bedste til shows”, sipandi til tær seks hæddirnar og svalarnar í atrium-rúminum.

“Hetta gevur íblástur til, at vit fara at brúka karmarnar til at vísa tað fram, sum okkara lærlingar og næmingar gera her á Hárbreytini – og at sýna fram saman við øðrum lærugreinum her á Glasi”, sigur Unn Zachariassen, deildarleiðari fyri list og skapan á Glasi.

Myndirnar tók Sunva Eysturoy Lassen, fotografur og lærari í fotografi á Glasi