Um tú fært korona ella verður send/ur í sóttarhald kanst tú fáa atgongd til undirvísing á TEAMS. Her kanst tú lesa, nær hetta er galdandi og hvussu tú gert.
VEGLEIÐINGIN HER ER DAGFØRD TANN 15. FEBRUAR OG ER GALDANDI TIL 28. FEBRUAR. Eftir 28. februar verða allar koronaavmarkingar tiknar av.
Niðanfyri er vegleiðing í 3 punktum, sum ger greitt, nær tú hevur rætt til at fáa atgongd til undirvísing á TEAMS. Í hvørjum av teimum trimum punktunum sært tú eisini greitt, hvat tú skalt gera, um tú kemur í eina av lýstu støðum: tú 1) ert smittað/ur, hevur 2) verið í sambandi við smittaðan, ella tú 3) hevur sjúkueyðkenni.
Sóttarhaldsreglurnar verða aftur linkaðar, soleiðis at einans smittað skulu í sóttarhald. Tvs. fólk, sum hava fingið positivt úrslit av eini skundkanning ella eini PCR-kanning. Punkt 2 fellir tí burtur í vegleiðingini her. Undir myndini við vegleiðingini er sama vegleiðing eisini tøk sum PDF-skal. Dagførd tilmæli um sóttarhald eru altíð at finna á www.korona.fo
Vegleiðing sum PDF-skjal: GLASIR_KORONAVEGLEIÐING_15_til_28-02-2022