Kom til fyrilestur um krimiskaldskap í atrium mikudagin 27. oktober kl. 14.00
Vit vita, at krimiskaldskapurin hjá Jógvani Isaksen verður dúgliga lisin á skúlanum í løtuni, tí um ikki so langa tíð fara vit at síggja søgurnar á lørifti í stóru verkætlanini hjá Trom.
Í atrium kasta vit ljós á krimi-genruna, og í oktober kemur Marna Jacobsen, sum hevur skrivað høvuðsritgerð um krimiskaldskap og arbeitt við ungdómsbókmentum í mong ár, at halda fyrilestur.
Tiltakið er í atrium mikudagin 27. oktober fyri øll áhugað.
Síggjast har!
Bókasavnið