Kristina og Ró: Føddar sama dag, pisur sama dag …

24. juni 2021

Lívsleiðirnar hjá tveimum av ársins pisum á Glasi hava verið meira samantvinnaðar enn hjá teimum flestu. Tær báðar Ró Holm Magnadóttir og Kristina Bergsdóttir Thomsen eru báðar føddar 26. september 2002. Tvey ára gamlar byrjaðu tær báðar í Snjósóljuni á Dagstovninum viđ Landavegin. Tær hava eisini fylgst fólkaskúlárini og byrjaðu báðar í 1. a í Kommunuskúlanum í Kongagøtu. Í 2018 byrjaðu tær báðar í flokki 18b á hugbreytini á Glasi, og 22. juni 2021 fingu báðar húgvuna – og báðar við hægsta próvtali.

Á myndunum omanfyri síggja vit Kristina og Ró í barnagarðinum, har tær eisini gingu Lusiagongd saman. Triðja myndin er tikin fyrsta skúladag.

Og nú fingu Ró og Kristina húgvuna á høvdið sama dag (mynd niðanfyri).

 

Vit ynskja teimum báðum og teirra hjartaliga til lukku og takka fyri tíðina á Glasi.