Hósdagin 23. august vitjaði Fríðrikur krúnprinsur á Glasi. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, var vertur fyri vitjanina. Hon beyð vælkomin við røðu, og síðani byrjaði rundferðin í 19.500 fermetra stóra bygninginum. Á 5. hædd greiddi Randi Samsonsen frá tilvirkisútbúgvingunum. Á 6. hædd varð gingið runt alla hæddina. Næmingar vístu krúnprinsinum og fylgi eina náttúruvísindalig roynd.

Úr kantinuøkinum á 3. hædd hugdu tey niður yvir verkstøðini, inn á timburverkstaðið, og síðan gekk leiðin oman í ítróttarhøllina.

Niðast í atrium steðgaði krúnprinsurin, har myndir vórðu tiknar við næmingum og starvsfólkum á Glasi í baksýni. Her savnaðust øll á ymsu hæddunum og trappunum.

Sum eftir klokkuni endaði vitjanin kl. 15:09, og fylgið helt leiðina oman í Sjóvinnuhúsið.