Glasir hýsir á leið 60% av ungdóminum í miðnámsaldri í Føroyum. Vit eru Føroya størsti útbúgvingarstovnur við umleið 250 starvsfólkum og 1.700 næmingum, lærlingum, lesandi og skeiðsluttakarum.
Kunningartøkni er ein týðandi partur av gerandisdegnum á Glasi og skal m.a. stuðla undir læring og undirvísing. Hetta krevur høgt tænastustøði, gott samskifti og samstarv við øll á Glasi umframt veitarar.
KT-samskiparin fær týðandi leiklut í menningini av KT-umhvørvinum á Glasi, herundir at ráðgeva leiðsluni og vera partur av KT-verkætlanum, ið skulu stuðla undir góðum, tryggum og effektivum rakstri. KT-samskiparin skal tryggja, at Glasir fylgir galdandi reglum, m.a. innan KT-trygd, fremur tilvitsku-átøk og hevur dagførdar mannagongdir og politikkir á økinum.
Í summar verður Glasir fult innlimað í Skúlanet, ið fer at taka sær av servarum, neti og týðandi skipanum hjá Glasi.
Av dagligum uppgávum kunnu nevnast:
- Ráðgeving, vegleiðing og support til øll á Glasi.
- Viðlíkahald, uppsetan og niðurtøka av útgerð.
- Innkeyp og skráseting av KT-ognum hjá Glasi.
- Samskifti við veitarar.
- Teknisk samskipan, m.a. tryggja og menna vælvirkandi KT-loysnir í serhølum og serøkjum.
- Rættindastýring.
Á KT-økinum eru 2 starvsfólk, har KT-samskiparin hevur ábyrgdina av fakligu samskipanini, herundir at raðfesta support og rakstur.
Tú og tínir førleikar
- Tú hevur viðkomandi, gjarna miðallanga, útbúgving innan KT, t.d. KT-teknolog ella aðra útbúgving og royndir, ið geva samsvarandi førleika.
- Tú er tænastusinnað/ur, gongur á odda, tekur ábyrgd, er forvitin á KT-økinum og dugir at knýta hetta at virkseminum á Glasi.
- Tú samstarvar væl við onnur og trívist í einum dynamiskum og opnum arbeiðsumhvørvi, har tað eru nógv ung fólk.
- Fakliga dugir tú at seta orð á teknisk hugtøk, so onnur skilja teg.
- Tú dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga.
UM STARVIÐ
Talan er um fast fulltíðarstarv at seta skjótast til ber ella sambært avtalu. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tilvísingin er til Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingarstjóra, ið tú kann fáa nærri kunning frá á telefon 210330 ella við at senda teldupost til jai@glasir.fo.
UMSÓKN
Umsókn til starvið skal, saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 27. apríl kl. 12:00.