27. og 28. februar er Glasir karmur um FM fyri handverkslærlingar 2025.
Kappast verður innan hesi fakini: Bilsmíð, el-arbeiði, timbur, hárfríðkan, rør- og blikksmíð og maskinsmíð.
Kappingarnar í hárfríðkan og el-arbeiði verða á sergjørdum øki á 3. hædd. Allar hinar kappingarnar verða á verkstøðunum á 2. hædd.
Setanin av tiltakinum verður í Atrium hósmorgunin.
Tiltakið er opið fyri almenninginum. Allir 8. flokkar kring landið eru innbodnir at uppliva kappingarnar og á tann hátt fáa innlit í yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið.
Skráin fyri dagarnar er henda:
Hósdagur 27. februar
08.10: Kappingin byrjar
09.40: Tiltakið verður sett. Steðgur hjá luttakarum
10.10: Kappingin heldur fram
10.15: 8. flokkar vitja
12.10: Døgurðasteðgur hjá luttakarum
12.30: 8. flokkar eta
12.40: Kappingin heldur fram
14.00: Kaffisteðgur
14.15: Kappingin heldur fram
17.30: Liðugt fyri í dag
Friggjadagur 28. februar
08.10: Kappingin byrjar
10.00: Kaffisteðgur
10.15: Kappingin heldur fram
12.10: Døgurðasteðgur hjá luttakarum
12.40: Kappingin heldur fram
13.50: Allar kappingar lidnar
14.00: Døming
16.00: Handan
FM fyri handverkslærlingar verður skipað sum samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Glasir, Tekniska Skúla í Klaksvík og Yrkisdepilin.