21. januar kl. 19 verður kunningarkvøld á Glasi fyri foreldur og avvarðandi um vallærugreinavalið, sum stendur fyri framman hjá 1. og 2. árgangi á gymnasialum miðnámi.
Tá tú velur eina leið á Glasi, bindur tað teg til nøkur fak á øllum árum. Fyri at fáa nóg mikið av tímum er tí neyðugt at velja nøkur fak á 2. og 3. ári.
Freistin at søkja vallærugreinar er 9. februar 2025.
Á fundinum fáa tit stutta kunning um, hvussu útbúgvingin er sett saman, og hvørjir møguleikar eru fyri at velja fak. Síðani er møguligt at fara til trý ymisk kunningarumfør, har tit kunnu hoyra, hvat hvørt fak hevur at bjóða. Tað er eisini møguligt at tosa við lestrarvegleiðara um viðurskifti, sum ikki koma fram í felagskunningini og valfakskunningini.
Vit bjóða te/kaffi og okkurt afturvið.
Vinarliga
Útbúgvingarleiðslan á Glasi
Búgvi Poulsen, Eyðstein Simonsen og Olav Absalonsen