Kunning um Framleiðslutøkni, Marknaðarførslubúskap, og Innovatión og íverksetan 19. Februar kl. 18

13. februar 2019

Kundi tú hugsað tær at fari undir víðari lestur? Hægri nám á Glasi bjóðar ymsar útbúgvingar. Kunning verður nú um Framleiðslutøkni, Marknaðarførslubúskap, og Innovatión og íverksetan. Tiltakið verður á Glasi í bygningi 700 (reyði bygningurin, fyrr Handilsskúlin) týskvøldið 19. februar kl. 18. Har kunna undirvísarar og útbúgvingarleiðsla um útbúgvingarnar, lærugreinarnar og møguleikarnar. Øll eru hjartaliga væl komin.

Nær: Týskvøldið 19. februar kl. 18:00
Hvar: Á Glasi, í auluni í fyrrverandi handilsskúlabygninginum
Útbúgvingar:
– Framleiðslutøkni
– Marknaðarførslubúskap
– Innovatión og íverksetan