10. apríl verður kunningartiltak á Glasi, har Fróðskaparsetur Føroya, Hægri Nám á Glas og Vinnuháskúlin fara at greiða frá hægri og miðallangar útbúgvingarmøguleikar, sum kunnu takast í Føroyum.
Tiltakið er frá kl. 9:30. Umboð fyri lærustovnarnar vera til staðar. Til ber at fáa kunning og tosa við lærustovnarnar um útbúgvingar teirra. Og eisini verður okkurt gott til góman.
Tá tey verða spurd, svara nógv, at tey ætla sær niður til Danmarkar at lesa víðari. Fægstu geva sær kanska far um, at til ber at taka longri og miðallangar útbúgvingar í Føroyum.
Tiltakið er ætlað teimum, sum verða liðug við teirra gymnasiellu útbúgving í ár, men øll eru vælkomin tann 10. apríl.