Nú er skúlin byrjaður aftur – í nýggjum skúla. Kunningarfaldari til næmingar er tøkur her. Í faldaranum er kunning um viðurskifti, sum eru hent ella neyðug at vita, tá tú ert lesandi á Glasi. Hvør hevur ábyrgd av hvørjum? Hvørjar tænastur veitir Glasir teimum lesandi? Hvørjar skyldur og ábyrgdir hevur tú sum lesandi á Glasi? Hvussu søkir tú um lestrarstuðul? Hvussu er skúlaárið skipað og hvørjir frídagar eru? Hetta og ymiskt annað er í faldaranum.
Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.