Skúlabyrjanin 2020

Nú skúlin byrjar aftur eru ymiskt, sum er hent og neyðugt at vita – serliga hjá teimum, sum á fyrsta sinni byrja á Glasi. Tí er vælkomufaldarin 2020 nú tøkur. Í hesum faldara er kunning um mannagongdir, leiðreglur og aðrar viðkomandi upplýsingar. Sum næmingur á Glasi hevur tú skyldu at kunna teg um innihaldið í hesum faldara og dagliga fylgja við á samskiftisskipanum skúlans, har vit kunna um ymisk viðurskifti, eitt nú broytingar, felags tiltøk, fráveru og próvtøkur. Faldarin er tøkur á prenti og í talgildari útgávu, sum tú kanst lesa her.