Mikudagin 12. juni kl. 19 verður kunningarkvøld á Glasi fyri nýggjum næmingum og lærlingum, sum byrja á Glasi komandi skúlaár, og teirra avvarðandi.
Her verður týðandi kunning av ymiskum slagi, sum er viðkomandi bæði fyri næmingar, lærlingar og avvarðandi, so vit vilja fegin, at øll koma til tiltakið. Rektarin fer at greiða frá gerðandisdegnum á Glasi og siga eitt sindur um nýggja lærings- og trivnaðarátakið, ið umfatar skermnýtslu, og eisini fer hon at kunna um næmingagjald.
Næmingatænastan fer at fortelja, hvussu tað er at ganga á Glasi, og fer at kunna um skilhaldsreglurnar og fráveru.
Kunning verður um spennandi Nordplus verkætlan, sum eisini nýggir næmingar kunnu gerast partur av.
Eingin skal snýtast fyri kaffi og køku, og høvi verður eisini at ganga runt í bygningum og síggja skúlan.
Vit síggjast á Glasi mikudagin 12. juni kl. 19.