Glasir bjóða til kunningartiltak um treytir og mannagongdir í sambandi við fráveru og loyvda fráveru hjá næmingum, sum fara uttanlands – umboðandi Føroyar – í altjóða kappingum og tiltøkum innan ítrótt, list og mentan. Eisini verður kunnað um møguleikan fyri longdari skúlagongd, har eitt nú ein 3 ára útbúgving kann takast yvir 4 ár.

Á kunningartiltakinum vera umboð fyri Glasir, ÍSF, sersambondini og Tórshavnar Musikkskúla.

NÆR: Mikudagin  28. november 2018 kl. 19:00
HVAR: Í fyrilestrarsali 105 á Glasi

Skrá fyri kunningartiltakið:

kl. 19:00 Vælkomin – Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi
kl. 19:05 Frávera og loyvd frávera: Hvussu søkir tú
kl. 19:20 Fýra ára miðnámsútbúgvingin á Glasi – Elsa Maria Holm Olsen, útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnámám
kl. 19:40 Spurningar og samanumtøka