Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Tøkni, ið er handverksdeildin á Glasi, søkir lærarar til bil- og el-økið.
Sum lærari á bil- ella el-økinum fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av teknisku útbúgvingini. Tú kemur at býta vitan við starvsfelagarnar og arbeiða tætt saman við hinum lærarunum innan fakøkið. Sum lærari skalt tú vera fakliga væl fyri, duga væl at samstarva og duga at fáa næmingarnar at trívast.
FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum lærari á Tøkni, skal:
– hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi
– vera framsíggin og tora at ganga nýggjar leiðir
– kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
– duga at loysa trupuleikar, tá ið á stendur
– trívast við broytingum og kunna skapa fylgiskap millum lærarar og onnur starvsfólk
– hava viðkomandi útbúgving
– hava góðar KT-førleikar
TAÐ ER YNSKILIGT, AT UMSØKJARIN HEVUR:
– sveinabræv
– viðkomandi starvsroyndir
– góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar
– hollan og dagførdan kunnleika
Hægri viðkomandi útbúgving kann verða ein fyrimunur.
LØN OG TREYTIR
Størvini eru fulltíðarstørv at seta frá 1. august 2018 ella skjótast til ber.
Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Steinfinn Várlíð Jacobsen, deildarleiðara, á stj@glasir.fo ella tlf. 56 80 30. Ella hjá leiðandi lærarunum á økjunum:
Bil-økið: Páll Árni Berg, pab@glasir.fo, tlf. 78 67 64
El-økið: Birgir Petersen, bip@glasir.fo, tlf. 50 69 06
UMSÓKN
Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi hósdagin 12. apríl 2018 kl. 24:00.