Skúlaárið 2024-2025 verður slóðbrótandi fyri Hægri Nám á Glasi, tí tá fer skúlin at bjóða út professiónsbachelor útbúgving innan Altjóða Handil og Marknaðarførslu.

Kanningar vísa, at tørvur er á at fáa miðallangar útbúgvingar settar á stovn í Føroyum, so tað ikki er neyðugt at fara av landinum at taka hesar.

Hægri Nám á Glasi hevur javnan bjóðað út Marknaðarførslubúskap, sum er 2-ára útbúgving, og nýggja professiónsbachelor útbúgvingin er beinleiðis framhald av hesi útbúgving. Umleið 70 fólk hava tikið Marknaðarførslubúskap í Føroyum. Nøkur teirra hava tikið framhald í Danmark, meðan onnur hava bíðað eftir, at professiónsbachelor útbúgvingin verður tøk í Føroyum, og tað gerst nú veruleiki.

Tað verður eisini gjørligt hjá teimum, sum lesa ella hava lisið Tænastubúskap og Fíggjarbúskap, at koma beinleiðis inn á nýggju professiónsbachelor útbúgvingina sum framhald. Eisini aðrar styttri ella miðal langar útbúgvingar geva atgongd eftir serligum treytum.

“Vit eru sera fegin um at bjóða hesa útbúgving út komandi ár. Tað er tørvur á at økja um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, so okkara ungdómur hevur eitt breitt úrval av útbúgvingum at velja í,” sigur Una Joensen, rektari á Glasi.

Nýggja útbúgvingin verður boðin út sum partur av viðkaðum samstarvi við Cphbusiness, sum Hægri Nám á Glasi longu nú samstarvar við um Marknaðarførslubúskap, Fíggjarbúskap, Tænastubúskap og PBA í Innovatión og Íverksetan.

Ole Gram-Olesen, rektari fyri Cphbusiness, og Una Joensen, rektari á Glasi, skrivaðu í februar mánaði undir víðkaða samstarvsavtalu, sum ger tað gjørligt at taka professiónsbachelor í Føroyum nú.