Freistin at lata inn handrit til stuttsøgukapping á Glasi tann 1. oktober nærkast við rúkandi ferð.
Tríggjar tær bestu søgurnar fáa vinning á ávikavist 5.000, 3.000 og 2.000 kr. Umframt vinningin fáa tær bestu søgurnar tilboð um ritstjórnarliga viðgerð við útgávu í hyggju.
Freistin at senda stuttsøgur inn er 1. oktober 2024
Søgurnar skulu:
- vera á føroyskum
- vera á leið 1.000 orð
Mannagongd, tá ið søgurnar verða latnar inn:
Søgurnar skulu sendast inn á kapping@glasir.fo merktar “stuttsøgukapping”. Søgurnar skulu latast inn í Word-fílu, og fílunavnið skal vera tað sama sum heitið á søguni. Navnið á høvundinum, saman við kontaktupplýsingum (telefon, teldupostur, bústaður), skal ikki standa í sjálvum Word-skjalinum, men skal skrivast í teldupostin. Søgurnar verða síðani sendar víðari til dómsnevndina anonymt.
Einans næmingar á Glasi kunnu taka lut í kappingini.
Tey, ið lata søgur inn, geva samstundis loyvi til, at søgan kann verða almannkunngjørd á heimasíðu skúlans og prentað í møguligari útgávu.
Ein dómsnevnd, sum er mannað við lærarum og rithøvundum, velur vinnandi søgurnar. Heldur dómsnevndin tó ikki tær innkomnu stuttsøgurnar vera virðislønarverdar, tilskilar hon sær rætt til ikki at lata virðislønirnar.
Um spurningar eru, ber til at venda sær til nevndina:
Sámal Soll, Signa Joensen, Paula Gaard, Margreta Knudsen og Marianna Hoydal