Lesandi í tilvirkisatstøði á Glasi hava garvað laksaskræðu hesa seinastu vikuna, sum tey hava fingið frá Bakkafrost.

Anna Evensa Abrahamsen frá Føroya Handarbeiðsskúla hevur lagt lag á garvingina.

Skræðan kann nýtast til nógv ymiskt sum skreyt og brúkslutir – t.d. taskur, pungar og smykkur – men eisini sum bróst á føroyskum klæðum ella sum partur av klædnaplaggi.

Í niðanfyri videobroti greiða Anna Evensa Abrahamsen frá Føroya Handsarbeiðsskúla og Palma Sámalsdóttir úr 24Y, hvussu skræðan verður handfarin, so hon kann brúkast til at virka burturúr.