Fríggjadagin 3.mai kl.13.45 verður ein forkunnug framsýning/tónleikaframførsla hjá næmingunum, sum hetta skúlaárið hava havt ávikavist myndlist og tónleik á miðstigi.

Myndlistaholdið telur fjúrtan næmingar og samansetingin er rættiliga fjølbroytt við tað, at næmingarnir ganga á Búskaparbreyt, Hugbreyt, Náttúrubreyt og Serbreyt.

Saman hava vit havt eitt áhugavert ár, har vit hava sameint greining og listasøgu við egnar royndir. Umframt hetta hevur hvør næmingur arbeitt stjálvstøðugt við eini listarligari verkætlan og hesar verða eisini framsýndar. Talan er um vatnlitamyndir, steinskulptur, tekning, abstrakt málarí og leirverk, ið evnisliga snúgva seg um menniskju og náttúru; um vøkur landsløg, um litir og skap í abstraktum formatiónum og um óvæntaðar støður sum tá nakrar superhetjur tykjast vera lendar í føroyska landslagnum. Skálkabrosið hómast eisini í einum leirverki har ein grísur møguliga fer á flog og gerst meira álvarsligt har skroypiligir rósufigurar minna á truplu umstøðurnar hjá býflugunum. Eitt samfelagskritiskt verk krevur, at vit síggja menniskjað heldur enn bara autismudiagnosuna, og so eru fleiri verk koloristisk og fjálg, t.d. nakrar vakrar stjørnuglampandi náttarmyndir og ein røð av litføgrum djóralýsingum. Kærleikin er ljósareyður í eini standmyndarøð, meðan ein alvarelmyndarøð tulkar ymisk hugløg í skiftandi litum. Tann eina er ísblá og gentan á myndini er í húgvu og turriklæði. Hendan myndin er teknað og málað tann dagin, tá tað var ísakalt á Glasi. Aðrastaðni er myndarúmið myrkt og reydligt – her er gentan óð, á einari aðrari mynd er hon glað. Sostatt fevnir framsýningin bæði gott og ringt, fitt og ljótt, stuttligt og álvarsligt.

Hjartaliga vælkomin á framsýning á 4.hædd í miðrúminum fríggjadagin 3.mai klokkan 13.45.