Tíðindaskriv:
Á sumri 2019 byrjaði ein flokkur á Hægri Námi á Glasi uppá útbúgvingina í Innovatión og Íverksetan. Nú eru 1½ ár liðin, og endaliga próvtøkan er tikin . Tann fyrsta at standa próvtøkuna var Lív í Ólastovu Árnastein.
Talan er um eina sonevnda Top Up Bachelor útbúgving uppá 1½ ár, sum krevur (í minsta lagi) eina styttri framhaldsútbúgving frammanundan. Tey flestu hava annaðhvørt tikið Marknaðarførslubúskap ella Framleiðslutøkni á Glasi, og hjá fleiri teirra hevur hettar verið eitt samanhangandi útbúgvingarskeið uppá 3½ ár á Hægri Námi á Glasi. Samlaða útbúgvingin telur 210 ECTS stig.
Vit ynskja Lív og øllum hinum hjartaliga tillukku við prógvinum.