Týsdagin 3. september verður fyrsti fyrilesturin í røðini av trimum, sum snúgva seg um evnið “Føroyar og framtíðin”. Tað verður Prof., dr.med. & dr.phil. Manfred Spitzer, sum er heimskendur heilagranskari, lærari, sálarfrøðingur og sálarlækni, sum fer at hava ein fyrilestur um, hvørji árin skíggjanýtsla hevur á heilsu, framtíðarskúlan og framtíðarsamfelagið.
Fyrilesturin, sum er fyri øllum lesandi og starvsfólkum á Glasi, byrjar kl. 8:20 í Atrium
Lýsing av fyrilestrinum:
Skýggjanýtsla – heilsa, framtíðar skúlin og samfelagið
Evnið í fyrilestrinum er, hvørji árin skíggjanýtsla hevur á heilsu, framtíðarskúlan og framtíðarsamfelagið. Tøknin er komin fyri at vera, og í dag kann eingin ímynda sær eina tilveru uttan skíggjar. Tað er eingin ivi um, at tøknin hevur stóra ávirkan á gerandisdagin, framtíðar skúlan og samfelagið sum heild. Víst verður á, hvussu tøknin hevur ávirkað heilsu, útbúgving og samfelagið gjøgnum tíðirnar, og granskarin kemur við sínum boðum uppá, hvussu vit kunnu fyrireika okkum uppá framtíðina, soleiðis at vit fáa sum best burturúr tøknini, samstundis sum vit verja okkum ímóti neiligum avleiðingum av henni.
Fyrilesturin er umleið ein tíma og verður á enskum. Manfred Spitzer leggur upp til spurningar aftaná fyrilesturin, so tá kunnu øll spyrja inn til evnið.