Nú kunnu øll lesandi á Glasi keypa avsláttrarkort til kantinuna. Matarkortið til lesandi hevur 10 klipp og kostar 350 kr. Við tí kanst tú skjótt og bíliga keypa morgunmat, salat ella døgurða. Ein máltíð, eitt klipp. Matarkortið hevur tvinni endamál:

  1. At geva teimum lesandi á Glasi so bíligan og góðan mat, sum gjørligt
  2. At gera tað skjótari at fáa sær og fáa gjaldingina avgreidda

Døgurðin, sum vanliga kostar 45 krónur, kostar við Matarkortinum 35 krónur. Hetta er gjørligt, tí tey lesandi á Glasi hava tikið væl undir við kantinuni. Endamálið við kantinuni er ikki at vinna pening, men at veita so bíligan mat sum gjørligt, uttan at tænastan gevur undirskot. Heldur góða gongdin fram kemur tað eisini teimum lesandi á Glasi til góðar, tí tess fleiri keypa sær at eta í kantinuni, tess bíligari kann hvør rættur gerast.