KONTO NUMMARIÐ HJÁ MENNINGARHJÁLPINI ER: 6460 0003763244
Mikudagin fara næmingar á Glasi at hava temadag um menningarhjálp. Umløgd undirvísing verður hendan dagin og næmingar kunnu eisini arbeiða fyri at savna pening inn til menningarhjálp. Møguleikarnir at savna pening inn eru tríggir í tali:
- Næmingar finna arbeiði sjálvir
- Næmingar fáa ávíst arbeiði frá næminganevndini
- Næmingar luttaka í luttaka í umlagdari undirvísing frá kl 09.15. Her fáa næmingarnir undirvísing í mannarættindum og menningarhjálp frá ávikavíst Amnesty og Reyða Krossi. Ætlanin er at gera eitt næmingablað, so gott hevði verið um fólk taka egna teldu og egið myndatól við.
Tey, sum hava biðið Menningarhjálpina finna arbeiði, fáa ein mail sendandi við nærri upplýsingum um arbeiðsplássið og eina kvittan, sum fyritøkan skal vátta fyri flyting. Tað er av alstórum týdningini at næmingarnir møta á rætta stað og til røttu tíð.
Innsavnaði peningurin (300 kr. – ella meira) skal gjaldast inn á konto í BankNordik (registreringsnummar 6460, kontonummar 3763244) skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 14 dagar eftir hjálpardagin, tvs. 18. mars.
Vinaliga
Menningarhjálpin