Seinastu tríggjar dagarnar hevur gerandisdagurin og undirvísingin á glasi verið endavend: tímatalvan hevur verið strikað og flokkarnir hava arbeitt tvørfakliga.
Kreativiteturin hevur seinastu tríggjar dagarnar blómað á Glasi: Allir flokkar og næmingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi hava havt temadagar, har vanliga tímatalvan er sett úr gildi. Ístaðin er dentur lagdur á tvørfakligt samstarv og sjálvstøðugt arbeiði við temanum “menniskjað og náttúran”.
Hvør flokkur hevur saman við tveimum lærarum lagt til rættis dagarnar og arbeitt við ymsum evnum og ymsum úrslitum. Endamálið er at menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar hjá næmingunum. Harafturat at menna tilvit og samansjóða næmingarnar á Glasi.
Tímatalvan, har undirvísingin er hugsað í blokkum og støkum fakum, er ikki altíð sambærlig við tey krøv, sum kunngerðir og lógvarverk seta til tvørfakligt samstarv. Temadagarnir, sum hava verið á Glasi frá 13. til 15. mars, eru ein roynd at arbeiða tvørfakliga og bróta niður garðar millum lærugreinarnar.
“Í gerandisdegnum og veruleikanum uttanfyri skúlan møta næmingarnir ikki fakum og tímum. Tey møta avbjóðingum og uppgávum og skulu finna loysnir, sum arbeiðslívið – og lívið – krevur. Her krevjast bæði fakligir førleikar av ymsum slagi og sosialir og menniksjansligir førleikar”, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri fyri Gymnasialt miðnám á Glasi.
hvat siga næmingarnir?
Næmingarnir hava víst gott arbeiðslag og eina arbeiðsgleði, sum er smittandi og gerst meira sjónlig, tá rammurnar um undirvísingina eru aðrar og øðrvísi, enn tær vanliga eru. Frávikini frá vanligu undirvísingini sjónliggera bæði næming og úrslit á ein hátt, sum gagna bæði vanligu undirvísingini og meira verkætlanarkenda arbeiðinum, sum vit hava sæð hesar dagarnar. Útsagnir frá næmingum vísa, at hesir dagarnir gagna:
– “Vit hava lært at brúka okkum sum persónar og ment okkara førleikar innan samstarv, samskipan, samrøðu og planlegging.”
– “Hetta hevur verið ordiliga áhugavert og læruríkt”, sigur ein annar. “Her hava vit lært at arbeiða sjálvstøðugt og kreativt”.
– “At arbeiða tværfakligt um orkuspill og matspill gevur munandi meira, enn um vit høvdu arbeitt eitt-faklig”.
– “Hugnaligt at arbeiða saman á ein øðrvísi hátt og fáa nakað nýtt burturúr.”
Verkætlanardagarnir enda við, at foreldur verða boðin at síggja úrslitini fríggjadagin kl. 14:30 á Glasi