Týsdagin 5. mai vóru mentanarnevndirnar hjá løgtingunum í Álandi og Føroyum á vitjan á Glasi. Hetta var sum liður í vitjan hjá álendsku mentanarnevndini í Føroyum.
Annie Fjallsá, stjóri fyri Næmingatænastuni á Glasi, og útbúgvingarleiðararnir Steinnfinn Várlið Jacobsen og Búgvi Poulsen vístu runt á Glasi, har nevndirnar eisini vórðu kunnaðar um virksemið á Glasi sum heild.