Fríggjadagin 24. mai tóku fyrstu lærlingar sveinaroyndina á Glasi í summar, og í hesum sambandi varð Merkið vundið í húnarhátt á Glasi.
Fyrsti sveinurin hesu ferð varð Dánial Lava Jacobsen, sum hevur verið í timburlæru hjá Búsetur. Vit ynskja Dániali og øllum hinum hjartaliga til lukku.
Merkið varð vundið á stong saman við Jákup Hentze Apol, undirvísara. Á myndunum niðanfyri er Dánial til høgru og Jákup til vinstru.
Samstundis varð hetta fyrstu ferð, at nýggja flaggstongin, og økið kring hana við høvuðsinngongdina á Glasi, varð tikið í nýtslu.









Timbursveinar á hesum sinni vóru annars f.v. á myndini niðanfyri:
- Dánial Lava Jacobsen, Búsetur Sp/f
- Eyði Bjargarson, Eysturlon Sp/f
- Hannis Samuelsen, JEP Smíð Sp/f
- Markus Johannysson Hellis, M.B. Overgaard Sp/f
- Pætur Gudmundsen, CJ Bygg Sp/f
