Tá fólk støðast leingi á arbeiðsplássinum er okkurt, sum bendir á, at her er gott at vera. Her á Glasi eru fleiri, sum hava verið leingi í starvi – fyrst á ávíkavist Tekniska Skúla, Føroya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla og nú á Glasi, sum er ein samanrenning millum hesar tríggjar skúlar. At arbeiða við ungum fólki heldur ein ungan, sigst. Her gekk sjón fyri søgn fríggjadagin 16. apríl, tá stórur merkisdagur var á Glasi, tá tíggju starvsfólk, sum hava verið í starvi í ávíkavist 25, 30 og 40 ár, vórðu heiðrað.

Fitt av fólki varð savnað til eina hátíðarliga og hugnaliga løtu. Kantinan á Glasi borðreiddi við ábiti og onkrum leskandi, rektarin bjóðaði vælkomin og takkaði teimum tíggju, og síðani vóru hugfarsligar talur frá ymsum góðum fólkum, sangur og tónleikur fyri hesum tíggju, sum áttu dagin. Hesi eru Jeffri Olsen, Atli Poulsen, Marianna Hoydal, Jóannes Gaard, Sunneva Thorsteinsson, Helgi Mortensen, Grettir Djurhuus, Martha Weihe Dalsgaard, Rannvá L Hansen og Svanna Hanusardóttir.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og takka alt tað, tey hava gjørt,  gera og eru fyri næmingar, lærlingar og starvsfelagar her á Glasi.

(Marianna Hoydal hevði forfall og væntar tí á felagsmyndini)