“Heili 367 nýggir lærusáttmálar eru góðkendir fyrstu 10 mánaðirnar í 2022 og er tað met, um samanborið verður við sama tíðarskeiðið onnur ár. Hetta er ein stórur partur av einum árgangi, tá hugsað verður um, at í Føroyum eru ímillum 600 og 700 børn fødd árliga seinastu 20 árini.”

Hetta stendur at lesa í nýggjastu tíðindunum á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum. Tølini fyri nýggjar sáttmálar er at meta við teimum góðu árini 2006-2008, har samlaða árstalið fyri lærusáttmálar toppaði við 417 lærlingar býttir yvirr 39 ymiskar yrkisútbúgvingar.

Hvat hetta týður uppá er torført at siga, men fyri tey forvitnu kann ein lesa greinina hjá Yrkisdeplinum her ella kanna sær nøkur góð hagtøl um yrkisútbúgvingarnar í Føroyum seinastu árini her.