GLASIR er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við umleið 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Á Glasi bjóða vit gymnasialar útbúgvingar, yrkisútbúgvingar hægri útbúgvingar, serbreyt og skeið av ymsum slag. Í nýggja bygninginum eru miðnáms- og yrkisrættaðar og skapandi útbúgvingarnar savnaðar á einum stað. Tí er Glasir eisini savningar-staðurin fyri ung, sum ætla sær undir útbúgving. Vit ynskja tær hjartaliga vælkomnum á Glasir. Nú skalt tú gera av, hvørja veg, tín útbúgvangleið skal ganga. Faldarin her greiðir tær frá tilboðunum, sum vit bjóða tær her á Glasi.

GYMNASIALAR ÚTBÚGVINGAR Gymnasialu breytirnar eru ætlaðar tykkum, sum ynskja at út búgva tykkum víðari. Tit kunnu velja ímillum 6 gymnasial ar breytir á Glasi, sum allar eru lestrar fyri reikandi og almenn andi, og sum geva møguleika fyri víðari lestri á hægri læru stovn-um í Føroyum og uttanlands. Felags læru grein ar nar føroyskt, enskt, søga, ítróttur, samfelagsfrøði og stødd frøði eru kravdar á øllum seks breytunum. Á hvørjari breyt eru nakrar breyt ar-læru greinar, sum sermerkja breytirnar. Harumframt eru ymsar val læru grein ar at velja ímillum. Vællærugreinarnar geva tær møgu leika at seta dám á tína egnu útbúgving. Hesin faldarin er ætl aður at gera títt val av breyt og vallærugreinum lættari.

YRKISRÆTTAÐAR ÚTBÚGVINGAR Yrkisrættaðu breytirnar eru innan tekniska, merkantila ella skapandi økið á Glasi. Yrkisrættaðu breytirnar, ofta nevndar vinnu rættaðar útbúgvingar, eins og klædnaatstøði og tilvirkisatstøði, geva atgongd til víðari lestur ella beinleiðis størv í vinnuni innan bygging, handil, skriv stovu, el, skipasmíð, hárfríðkan v.m. Yrkisrættaðar út búgvingar geva møguleika at fara beinleiðis í starv í vinnuni – og møguleika fyri víðari lestri.

FREISTIN AT SØKJA INN ER 15. MARS 2021. TÚ SØKIR HER.