MIÐNÁMSVALIÐ 2018

Umsóknarfreistin at søkja inn á miðnám er 15. mars 2018. Á Glasi kanst tú taka bæði gymnasialar og vinnurættaðar miðnámsútbúgvingar. Á knøttunum í høgra borðið kanst tú lesa meira um útbúgvingarnar og har er eisini slóð til umsóknarblað.

Gymnasialu breytaútbúgvingarnar

Hesar eru ætlaðar teimum, sum ætla at útbúgva seg víðari. Tit kunnu velja ímillum fýra gymnasialar breytir á Glasi, sum allar eru lestrarfyrireikandi og almennandi, og sum geva møguleika fyri víðari lestri á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands. Lærugreinarnar føroyskt, enskt, søga, ítróttur, samfelagsfrøði og støddfrøði eru kravdar á øllum fýra breytunum. Á hvørjari breyt eru nakrar breytalærugreinar, sum sermerkja breytirnar. Harumframt eru nakrar vallærugreinar at velja ímillum. Vællærugreinarnar geva tær møguleika at seta dám á tína egnu útbúgving. Hesin faldarin er ætlaður at gera títt val av breyt og vallærugreinum lættari.

Yrkisrættaðar útbúgvingar

Hesar eru innan tekniska, merkantila og skapandi økið á Glasi. Yrkisrættaðu breytirnar, ofta nevndar vinnurættaðar útbúgvingar, eins og tilvirkisatstøði og klædnaatstøði, geva atgongd til víðari lestur ella beinleiðis størv í vinnuni innan bygging, handil, skrivstovu , el, skipasmíð, hárfríðkan v.m. Yrkisrættaðar útbúgvingar eru serliga ætlaðar fólki, sum ynskja at koma skjótt út á arbeiðsmarknaðin og harvið standa á egnum beinum.

Søk inn á miðnám her