15. mars var freistin at søkja inn á miðnám.Umsøkjararnir fáa allir svar um upptøku hósdagin tann 23. apríl. Nakað fleiri umsøkjarar eru í ár enn síðsta ár og nú verður síðsta hond løgd á býtið av flokkum á ymsu breytunum. Vit heita á umsøkjarar um ikki at ringja til skúlan við fyrispurningum um upptøku. Svarini eru tykkum í hendi hósdagin.