Heimurin broytist, og fleiri skúlanæmingar í Føroyum eru føddir og uppvaksnir uttan fyri Norðurlond. Men hvussu upplivir tú at ganga í føroyskum miðnámsskúla, tá ið tú ikki hevur føroyskt sum móðurmál, og ikki skilir danskt?

Hví fáa næmingar so nógvar karakterir í framhaldsdeildini og á miðnámi? Mett verður, at ein næmingur, sum tekur trý ára miðnám, fær umleið 450 karakterir frá og við 7. flokki til og við 3.g. Hava tey, sum geva næmingum karakterir fyri líkt og ólíkt, hugsað um, hvat hetta ger við næmingin? Og læringina?

Men tað ber til at minka um karakterøðina. Meir enn 30 ára gransking vísir, at karakterfrí undirvísing saman við dygdargóðari kvalitativari eftirmeting geva eitt betri læringsum- hvørvi. Royndir í Føroyum og aðrastaðni benda á tað sama. Skúlaleiðslur og lærarar vita hetta, men í verki gera vit ikki tað, sum granskarar mæla til.

Tímarnir í skúlanum skulu ikki endiliga haldast inni í einari skúlastovu. Nógvir møguleikar eru uttan fyri skúlan. At vitja Tjóðsavnið er ein.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

MIÐNÁMSRIT #18 ER TØKT HER.