21. miðnámsritið er komið. Har eru áhugaverdar greinar um kanon í føroyskum bókmentum og mangt annnað
Kanon er eitt úrval av klassiskum verkum innan list. Kanon innan bókmentir kann styrkja eina felags mentan, men summi halda, at hon er ein spennitroyggja.
Bókin Talgilda framtíðin kom út í 2020. Hon finst at, hvussu skúlar brúka nógvar pengar til tøkni, sum ikki er til nógva nyttu, um málið er læring.
Á Kambsdali skipa lærarar fyri serligum próvtøkum í fronskum. Á hvørjum ári síðan 2015 hava næmingar teknað seg til hesar próvtøkur. Føroyskur skúlaungdómur var í 1989 við til at stovna skúlan TAEPO í Bolovia, og hevur stuðlað honum síðani. Føroyski stuðulin er grundarlagið undir skúlanum.
Lærarar í samfelagsfrøði og søgu á miðnámi hava saknað tilfar um sokallaða ríkisfelagsskapin, sum onkursvegna ávirkar lívið hjá okkum føroyingum.
Nógv kann vinnast, um lærarar gerast meira tilvitaðir um, hvussu týdningarmikið samstarv millum næmingar og lærara er, vísir gransking.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Ritið kann lesast her.