Nú er Miðnámsrit 23 komið. Dømi um innihaldið hesaferð:
- Undirvísing snýr seg ikki um at fylla spannir – altso ikki bara at bera vitan víðari – men at birta í, at skapa og læra at læra. Læring millum javnlíkar (peer learning á eingilskum) er eitt týðandi ískoyti í hesum sambandi.
- Góð viðurskifti millum lærara og næming elva eisini til eitt gott læringsumhvørvi. Kanningar vísa, at tað motiverar næmingar, at teir verða sæddir og viðurkendir.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Ritið kann lesast her.