Nú er Miðnámsrit 24 komið. Dømi um innihaldið hesaferð:
- Umleið 20% av øllum næmingum hava tørført við at læra at rokna, og ein triðingur av
hesum er talblindur. Fyrr varð hildið, at tey, ið ikki dugdu at rokna, høvdu lágan
intelligens, men so er ikki. Tað er vanliga góðtikið at halda, at støddfrøði er trupul og
ómøgulig at læra, men eisini tað er ein myta. - Ikki er neyðugt, at allir tímar í skúlanum skulu haldast inni í einari skúlastovu. Nógvir
møguleikar eru uttan fyri skúlan. At vitja Listasavnið er ein. - Miðnám skal byggja brúgv millum fólkaskúla og víðari útbúgving. Tí eigur samstarv á
miðnámi at vera minni kooperativt og meiri kollaborativt. - Lærutilfarið í føroyskum miðnámsskúlum er sum heild danskt. Ein kanning vísir, at
næmingar á miðnámi hungra eftir føroyskum tilfari. - Hvør ger av, hvørji evni verða tikin fram í undirvísingini, og hvussu tey verða
viðgjørd? Hvussu er vorðið við sokallaða metodufrælsinum hjá lærarum?
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Ritið kann lesast her.