Miðnámsrit nummar 14

Ársverkið á miðnámi køvir hugin hjá lærarum í teirra veruliga arbeiði. Tapararnir eru næmingarnir. Kanning hjá Yrkisfelagnum Miðnámi vísir, at meginparturin av kvinnuligu miðnáms­skúlalærarunum við børnum í barnagarðs- ella skúlaaldri arbeiða undirtíð.

Nám vil hava fleiri føroyskar grundbøkur á miðnámi. Fyrr í ár var handritakapping, sum skuldi birta upp undir føroyska lærubókaskriving.

Jagstranin eftir próvtølum oyðileggur læring og fakliga dýpd. Tað hava lærarar vitað leingi. Miriam Brems, sum bara fekk 12-tøl á miðnámi, iðrar seg nú um, at hon ikki tók av møguleikanum at læra meira og fáa betri innlit og meiri vitan fyri eitt neyðars 12-tal.

Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum? Maria Heradóttir rópar varskó, tí øll fremmandamál uttan eingilskt eru fyri stórari afturgongd í føroysku skúlunum.

Les Miðnámsritið her